Endatiltak í góðum veðri 😃

Aftur í ár varð skipað fyri hugnaløtu í samband við, at svimjiskúlin nú er farin í summarfrí. Yvir 200 høvdu meldað til tiltakið í dag, bæði svimjarar, sysktin og foreldur. HS hevði bílagt gott veður aftur hesuferð, so vit fingu grillað burgarar og pylsur til allar luttakararnar uttanfyri í túninum. Omaná vóru øll møgulig sløg av køkum, sum foreldur/avvarðandi høvdu bakað. HS vónar, at øll fóru mett heimaftur 😊

Eisini skipaðu venjarar fyri spølum í hylunum umframt, at øll fingu loyvi til at royna nýggju russjibanarnar.

Við hesum vil Havnar Svimjifelag ynskja øllum svimjarum eina góða summarferiu, og vónandi síggjast vit aftur.
Nærri kunning um komandi svimjiár og tilmelding v.m. verður á heimasíðuni um miðjan august.

Her eru nakrar myndir frá endatiltakinum, sum Martin Dam hevur tikið.

vh
Havnar Svimjifelag

Høvuðsstuðul SMS

Stuðlar

Reyni Service

Sportigan

Tíðindasavn