Svimjisamband Føroya bjóðar aftur í ár til FM meistarastevnu í svimjing, sum verður í svimjihøllini í Gundadali í Tórshavn í døgunum  5., 6. og 7. mai 2016

 

Hesi kunnu luttaka til FM:

Øll, ið hava svomið bronsunálatíðina, í 25 ella 50 metra hyli, tilmeldindingartíðir og bronsunálatíðin skulu verða yngri enn 12 mánaðir. Sí annars reglugerð um Meistarastevnur.

 

Kostnaðurin fyri einstaklingastartir er kr. 25,- og fyri liðsvimjing kr. 100,-.

Kvittan skal verða SSF í hendi áðrenn FM byrjar.
Peningurin skal flytast á konto  í BankNordik 6460 – 1518455

 

Tað verður svomið innleiðandi fyrrapart og finalur seinnapart.

800 m frí  og 1500 m frí er beinleiðis finala fyrrapart.

 

Liðsvimjingarnar verða svomnar innleiðandi fyrrapart.

 

Høvuðsdómarar verða: Elin Matras og Dan Hjelm.

 

Luttakandi feløg hava minst 3 góðkend hjálparfólk við, og Svimjisambandið setur seg í samband við tykkum/hjálparfólk hesum viðvíkjandi.

 

Tilmeldingarfílurin kemur beinleiðis frá Søren Antoft. Tilmeldingarnar skulu verða sendar til  Søren Antoft soren@antoft.dk í seinasta lagið 1. mai 2016 kl. 19.30.

 

Kringvarpið sendur beinleiðis sjónvarp frá øllum finalupørtunum.

 

Her eru tíðirnar fyri allar dagarnar :

Hósmorgun                05. mai            Upphiting       kl. 08:00         Innleiðandi kl. 09:30

Hósdag                       05. mai            Upphiting        kl. 15:30         Finalur kl. 17:00 – 19:00

Fríggjamorgun          06. mai            Upphiting        kl. 08:00         Innleiðandi kl. 09:30

Friggjadag                 06. mai            Upphiting        kl. 15:30         Finalur kl. 17:00 – 19:00

Leygarmorgun          07. mai            Upphiting       kl. 08:00         Innleiðandi kl. 09:30

Leygardag                  07. mai            Upphiting       kl. 15:30         Finalur kl. 17:00 – 19:00