Skip to main content

Nýggja nevndin hevur skipað seg

Havnar Svimjifelag hevði aðalfund í kvøld, 27. februar 2023, har nýggja nevnd varð vald: Hesi fóru úr nevndini: Dan Eliassen, Eirikur Hofgaard, Erling Eidesgaard og Hjørdis Mortensen. Hesi halda fram: Rakul A. Dam, Tór Arni Samuelsen og Ólavur Weihe. Hesi eru nývald: Maria S. Nielsdóttir, Rógvi Hofgaard, Bjørg Ólavsdóttir og Finnbjørg Nattestad. Aftaná aðalfundin skipaði […]

Aðalfundur verður 27. februar kl. 20.00

Aðalfundur verður 27. februar kl. 20.00

Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mánakvøldið 27. februar 2023 kl. 20.00 í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum: Uppskot frá limum til viðgerðar á ársaðalfundinum skulu verða latin nevndini í seinasta lagi 7 dagar undan fundinum. Atkvøðurrætt hava limir, sum eru fyltir 14 ár, og foreldur ella verji hjá teimum limum, sum ikki eru fyltir 14 […]

HEAD COACH OPENING IN FAROE ISLANDS

HEAD COACH OPENING IN FAROE ISLANDS

The swim club of Tórshavn the capital of the Faroe Islands is seeking a Head Coach to start in August 2022. The Head Coach will personally carry out the coaching of the club’s competitive teams and supervise the club as a whole ensuring that the coaching of all the club’s other divisions and teams is […]

Svimjiskúlin leitar eftir venjarum

Svimjiskúlin leitar eftir venjarum

Tað hevur víst seg at verið ringt at finna nóg nógvar venjarar til øll liðini í svimjiskúlanum komandi svimjiár 2021/22. Av tí orsøk eru øll liðini ikki útbjóðaði enn. Tey liðini, sum hava fingið venjarar hava fingið ein teldupost um tilmelding og fáa beinleiðis boð um nær fyrsta venjing verður. Svimjiskúlin leitar framvegis eftir venjarum […]

Tilmelding til rørslusvimjing í heyst

Her eru leinkjurnar til tilmeldingina til rørslusvimjingina nú í heyst. Av tí at vit hava eina gjaldsskipan til bæði børn og vaksin, verður t.d. biðið um upplýsingar um avarðandi o.a.m. Setið bara eina striku í feltini, tí tey kunnu ikki vera tóm. Teldupost og telefonnummar vilja vit tó fegin hava. Rørsluliðini í Havn byrja aftur […]

Aðalfundur felagsins verður mánakvøldið

Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mánakvøldið 26. apríl 2021 kl. 20.00 í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum: – Val av fundarstjóra – Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins farna ári – Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar – Val av nevndarlimum – Val av grannskoðara – Innkomin mál – Ymiskt Atkvøðurrætt hava […]

SVIMJARIN SVERRI MORTENSEN FARIN

Dánjal Norðberg (t.v.) og Sverri Mortensen (t.h.) (Mynd: in.fo) 2. januar andaðist Sverri Mortensen 98 ára gamal. Sverri var av Argjum og var ein kendur maður í Havn. Best var hann helst kendur sum smiður og fyri tiltikin góð evnir at arbeiða uppá motorar og kanska serliga bilar og motorsúkklur. Men fyri flestu okkum, ið […]

Nevndin skipað seg

Havnar Svimjifelag hevði aðalfund 18.mai og hevur nevndin tann 26.mai skipað seg soleiðis: Ólavur Weihe, formaður Katrin Dagbjartsdóttir, næstforkvinna Leivur Michelsen, kassameistari Ann Ellingsgaard, skrivari Erling Eidesgaard, nevndarlimur Rakul Arnfríð Dam, nevndarlimur Eyðun Húsgarð, nevndarlimur Eirikur Hofgaard, nevndarlimur