Kappingarliðini

HS Team

Havnar Svimjifelag hevur 4 kappingarlið. Hesi luttaka á flestu kappingum innanlanda og luttaka eisini í kappingum uttanlanda.

Tað ber ikki til at melda seg til eitt kappingarlið.  Venjararnir á kappingarliðunum avgera hvørjir svimjarar eru á liðunum. Sostatt kann ein ikki melda seg til kappingarliðini.

Kappingarliðini eru liðini 1., 2., 3. og 4. lið.

Tá svimjarir í svimjiskúlanum hava svomið við Roynd og/ella Svim-liði verður mett um, nær tey eru klár at koma uppá kappingarlið, har tey byrja á 4. lið. Venjarin hjá 4. liði gevur boð um, nær hetta skal vera. Har venur svimjarin so vanliga í umleið 1 ár, men onkur styttri og onnur longri, tí øll mennast ikki við somu ferð, og er hetta ikki nakað at fella í fátt yvir. Tá svimjarin so er klárur, verður hon/hann fluttur á 3. lið osv. So hvørt økist venjingartíðin, og eisini krøvini til svimjaran.

1. lið, kr. 5.000 um árið (kann gjaldast hálvárliga, kr. 2.500 hvørja ferð)
2. lið, kr. 4.000 um árið (kann gjaldast hálvárliga, kr. 2.000 hvørja ferð)
3. lið, kr. 3.000 um árið (kann gjaldast hálvárliga, kr. 1.500 hvørja ferð)
4. lið, kr. 2.000 um árið (kann gjaldast hálvárliga, kr. 1.000 hvørja ferð).

Havnar Svimjifelag hevur gjørt ein faldara við viðkomandi upplýsingum, sum er hentur hjá foreldrum at lesa. Faldarin kann takast niður her.

 

Høvuðsstuðul SMS

Stuðlar

Reyni Service

Sportigan

Bíðilisti

Bíðilisti: børn fødd 2011-2013

Bíðilisti: børn fødd 2010 og eldri

Vegleiðing og venjingartíðir eru her

Tíðindasavn