Leygardagin 22. apríl varð skipað fyri stuðulssvimjing í svimjihøllini í Gundadali. Hvør svimjari hevði funnið nakrar stuðlar, ið antin høvdu stuðlað við eini fastari upphædd ella við at lata eina ávísa upphædd fyri hvønn metur svimjarin svam.

Kappingarliðini og rørslusvimjararnir svumu í ein heilan tíma og reyð og blá lið svumu í ½ tíma. Tilsamans svumu svimjararnir 138.185 m og inn komu 83.142 kr.

Havnar Svimjifelag takkar øllum sum stuðlaðu og somuleiðis svimjarunum, foreldrum og øðrum avvarandi fyri teirra stóra leiklut, svimjingina at frama.