Ætlandi byrjar svimjiskúlin aftur mánadagin 5. september 2016. Nærri kunning um tilmelding o.a. sæst her á heimasíðuni um 1-2 vikur.

Tilmeldingin er í trimum stigum.

1.      Undantilmelding. (Tey, sum hava svomið 2015/16, sleppa at melda til fyrst, meðan nýggir svimjarar kunnu fylgja við her, nær tey kunnu melda til) 

2.      Svimjiroynd. (Tey nýggju koma til ein royndartíma, har venjarar meta um støðið. Hini eru mett áðrenn summarferiuna. Útfrá hesum støðismetingum verða liðini sett.)

3.      Endalig bindandi tilmelding. (Her verður goldið.)

 

Nærri kunning um svimjing fyri vaksin verður eisini her á heimasíðuni.

 

vh

Svimjiskúlin