Liðini hjá Svimjiskúlanum fyri børn – 2018/19:

HVÍT 1: Byrjarir og/ella varin 4-5 ár                  (fødd: 2013 og 2014)

HVÍT 2: Byrjarir og/ella varin 5-6 ár                  (fødd: 2012 og 2013)

GUL 1: Vand 5-6 ár        (fødd: 2012 og 2013)

GUL 2: Vand 6 ár            (fødd: 2012)

GUL 3: Byrjarir, grundvenjing 7-8 ár                   (fødd: 2010 og 2011)

GUL 4: Byrjarir, grundvenjing 7 ár og eldri       (fødd: 2011 og eldri)

GUL 5: Vand, og byrjarir sum eru vanir við vatn 7-8 ár               (fødd: 2010 og 2011)

GUL 6: Vand, og byrjarir sum eru vanir við vatn 8 ár og eldri   (fødd: 2010 og eldri)

APPELSINGUL 1: Vand 7-10 ár              (fødd: 2008-2011)

APPELSINGUL 2: Vand 9 ár og eldri     (fødd: 2009 og eldri)

GRØN 1: Roynd 8-11 ár (hava svomið 2-3 ár ella meira)             (fødd: 2007-2010)

GRØN 2: Roynd 10 ár og eldri (hava svomið 2-3 ár ella meira) (fødd: 2008 og eldri)

BLÁ 1: Roynd 9-12 ár (hava svomið 3 ár ella meira)                     (fødd: 2006-2009)

BLÁ 2: Roynd 11 ár og eldri (hava svomið 3 ár ella meira)         (fødd: 2007 og eldri)

REYÐ: Roynd (úttøka)


VEGLEIÐING:


HVÍT 1 og 2                                    Kostnaður kr. 1.100 um árið

Lið fyri børn, sum eru 4-6 ár (fødd 2012-2014). Hetta er lið fyri tey yngstu børnini, tey ótryggu og byrjarar. Hesi tora ikki so væl at koyra høvdið undir, tey duga ikki at flóta osv., so tað verður arbeitt við her. Børnini skulu læra seg at vera trygg í vatninum, og læra at akta boðum frá einum svimjivenjara, umframt at læra grundleggjandi rørslur og at fáa høvdið undir. Tað er tó sera umráðandi, at tey í hesum aldrinum eisini sleppa at hava tað stuttligt. Vant verður 1×25 min. um vikuna.

HVÍT 1: Byrjarir (og/ella varin) 4-5 ár               (fødd: 2013 og 2014)

HVÍT 2: Byrjarir (og/ella varin) 5-6 ár               (fødd: 2012 og 2013)


GUL 1 og 2:                                     Kostnaður kr. 1.100 um árið

Lið fyri børn, sum eru 5-6 ár (fødd 2012-2013 – GUL 2 tó bert fyri tey, sum eru fødd 2012). Hetta er lið fyri byrjarar, sum tora at koyra høvdið undir, og/ella tey, ið hava svomið við hvítum/gulum liði í fjør. Onkur klárar kanska at flóta, men byrjunarteknikkurin til at læra at svimja er enn ikki komin uppá pláss, hóast gul tora væl at vera í vatninum. Børnini skulu vera trygg í vatninum, og læra seg at akta boðum frá einum svimjivenjara, umframt nakrar grundleggjandi teknikkir, m.a. anding. Hesi børnini tora eitt sindur betri, enn tey á HVÍT. Tað er umráðandi at hava tað stuttligt fyri at varveita áhugan. Vant verður 1×25 min. um vikuna.

GUL 1: Vand 5-6 ár        (fødd: 2012 og 2013)

GUL 2: Vand 6 ár            (fødd: 2012)


GUL 3, 4, 5 og 6                             Kostnaður kr. 1.600 um árið

Lið fyri børn, sum eru frá 7 ár. Hetta eru lið fyri byrjarar og tey, sum hava svomið við liðum í Gundadali, og/ella tey, sum hava svomið við hvítum/gulum liði í fjør, og/ella børn, sum klára seg í vatni, men ikki hava lært nakað serligt teknikk. GUL 3 og 4 er fyri tey minnu tryggu, meðan GUL 5 og 6 eru fyri tey meira tryggu. Hesi tora at koyra høvdið undir (kanska ikki øll á GUL 3 og 4), og onkur klárar kanska at flóta. Byrjunarteknikkurin til at læra at svimja er enn ikki komin uppá pláss. Hyljarnir eru djýpri enn lítli hylur í Gundadali, og her læra børnini at flóta, umframt nakrar grundleggjandi teknikkir, m.a. anding og grovtekniskt at svimja crawl og rygg. Eisini her er tað umráðandi at hava tað stuttligt fyri at varveita áhugan. Vant verður 2×40 min. um vikuna.

GUL 3: Byrjarir, grundvenjing 7-8 ár                                  (fødd: 2010 og 2011)

GUL 4: Byrjarir, grundvenjing 7 ár og eldri                      (fødd: 2011 og eldri)

GUL 5: Vand, og byrjarir sum eru vanir við vatn 7-8 ár               (fødd: 2010 og 2011)

GUL 6: Vand, og byrjarir sum eru vanir við vatn 8 ár og eldri   (fødd: 2010 og eldri)


APPELSINGUL 1 og 2                 Kostnaður kr. 1.600 um árið

Lið fyri børn, sum eru 7 ár og eldri, og sum hava svomið við gulum liði í 2-3 ár og/ella eldri børn, sum eru meldað til fyri fyrstu ferð, kunnu møguliga eisini fara á hesi liðini, um tey verða mett at kunna fylgja við hinum. Hesi duga at flóta, og klára kanska at svimja eina longd. Byrjunarteknikkurin til crawl- og/ella ryggsvimjing er komið uppá pláss. Hesi duga at taka ímóti og fylgja boðunum frá einum venjara. Vant verður 2×40 min. um vikuna. Ofta endar undirvísingin við spæli ca. 10-15 min., tí tað eisini her er sera umráðandi at hava tað stuttligt.

APPELSINGUL 1: Vand 7-10 ár              (fødd: 2008-2011)

APPELSINGUL 2: Vand 9 ár og eldri     (fødd: 2009 og eldri)


GRØN 1 og 2                                  Kostnaður kr. 1.600 um árið

Lið fyri børn, sum eru 8 ár og eldri, og sum hava svomið við HS fyrr á gulum ella appelsingulum liði. Vant verður 2×40 min. um vikuna. Viðhvørt endar undirvísingin við spæli ca. 10-15 min., tí tað eisini her er sera umráðandi at hava tað stuttligt. Hesi hava fingið meira av grovteknikkinum – serliga til crawl og rygg – uppá pláss. Tey klára at svimja eina ella fleiri longdir crawl og/ella rygg. Hesi duga at taka ímóti og fylgja boðunum frá einum venjara. Summir svimjarar á grønu liðunum fáa møguliga tilboð um at luttaka í kappingum seinni – tað er tó altíð venjarin, sum ger av, hvør er klárur til hetta, og boðar síðani foreldrunum frá stutt áðrenn kappingina. Tá tað helst skal vera eitt positivt upplivilsi at luttaka í kappingum, er ikki vist, at øll verða mett egnaði í senn.

GRØN 1: Roynd 8-11 ár (hava svomið 2-3 ár ella meira)                            (fødd: 2007-2010)

GRØN 2: Roynd 10 ár og eldri (hava svomið 2-3 ár ella meira)                (fødd: 2008 og eldri)


BLÁ 1 og 2                                      Kostnaður kr. 1.600 um árið

Tey bláu hava svomið eini 2-3 ár ella meira við svimjiskúlanum, og á grønum ella appelsingulum liði. Tey klára at svimja fleiri longdir crawl og rygg, og onkur evt. eisini bringu. Vant verður 2×40 min. um vikuna. Tey bláu luttaka í svimjikappingum eftir førleika, og vit vilja heita á foreldur um at stuðla undir hesum, og fáa tey at luttaka. Møguleiki er fyri at luttaka í onkrum kappingum í 16m hylum í Leirvík, Fuglafirði og á Toftum (her er tó aldursmark uppeftir), umframt til onkrar kappingar í 25m hylunum í Havn og í Klaksvík. Tað er ikki eitt krav at luttaka, men tað er ein fyrimunur, so svimjarin er vanur við tað, tá tað gerst eitt krav (sí Reytt lið).

BLÁ 1: Roynd 9-12 ár (hava svomið 3 ár ella meira)                     (fødd: 2006-2009)

BLÁ 2: Roynd 10 ár og eldri (hava svomið 2-3 ár ella meira)     (fødd: 2008 og eldri)


REYÐ:                                               Kostnaður kr. 1.800 um árið

Lið fyri tey, sum hava svomið við grønum ella bláum liði. Vant verður tríggjar ferðir um vikuna, og luttikið verður í kappingum í smærru 16m hylunum í Leirvík, Fuglafirði og á Toftum umframt í 25m hylunum í Havn og Klaksvík (møguliga eisini í 50m-hylinum í Vági). Tað er eitt krav, at svimjarin á Reyðum luttekur í kappingum. Hesi klára seg rímiliga væl tekniskt (hetta verður tó fínjusterað alla svimjukarrieruna), og er hetta tað liði, ið er beint áðrenn 4. lið, sum venur í Gundadali, har tað er krav at møta upp til venjing og til kappingar. Svimjarir á Reyða liði eru úttiknir, og ber sostatt ikki til hjá øðrum at melda til hetta liðið.

REYÐ: Roynd (úttøka)

 


Venjingartíðir 2018/19