Rui hevur í dag valt at steðga sum høvuðsvenjari beinanvegin. Jóannes á Fløtti, ið seinastu árini hevur havt ábyrgdina av 3. og 4. liði, tekur yvir aftaná Rui tað, ið er eftir av svimjiárinum.

Havnar Svimjifelag er, sum kunnugt, í eini tilgongd at finna nýggjan høvuðsvenjara. Lýst er eftir nýggjum høvuðsvenjara í heimligum og altjóða miðlum, og freistin at søkja er úti 31. mai. Eftir ætlan verður nýggjur høvuðsvenjari settur áðrenn nýggja svimjiárið byrjar fyrst í august.