Skip to main content

Heystfrí

Eingin venjing er í Eysturskúlanum, Argja skúla og í Kollafirði í heystferiuni – tvs. frá og við leygardegnum 10. oktober til og við sunnudagin 18. oktober. Síggjast aftur mánadagin 19. oktober – góða feriu 🙂

Endatiltakið hjá Havnar Svimjifelag 2014

Vit enda hetta svimjiskúlaárið í svimjihøllini í Gundadali mikudagin 17. juni kl 17.00-19.00 Venjararnir skipa fyri spølum saman við yngru svimjarunum, og kappingum saman við eldru svimjarunum, meðan tey vaksnu fáa sær kaffi 🙂 Tit verða biðin um at siga frá, hvussu nógv eru við, so vit kunnu skipa okkum – send ein teldupost til info@greatedesign.com […]

Svimjiskúlin / Rørsla

Svimjiskúlin / Rørsla

Í 2009 valdi Havnar Svimjifelag at broyta skipanina, fyri limir ið ynskja at læra at svimja, til ein svimjiskúla. Virksemið hjá felagnum er sostatt skipað í tríggjar greinar:   1. svimjiskúla,  2. rørslu  3. kapping.   Svimjiskúlin er skipaður eftir einum leisti, har undirvísingin byrjar á tí støði, ið næmingurin er á, tá hann byrjar. […]