Svimjarir á 3. og 4. lið hjá HS fóru í morgun til Danmarkar at luttaka í kappingina Køge Open, sum verður nú um vikuskiftið 22.-24. november. Hetta er triðja árið á rað, at HS luttekur í Køge Open, og er tað ein góður møguleiki hjá okkara svimjarum at venja seg við kapping uttanlands.

Íalt luttaka 19 feløg úr: Føroyum, Danmark og Svøríki við 527 svimjarum, og íalt verða 3150 startir settir í gongd hesar tríggjar dagarnar.

Umframt Havnar Svimjifelag, luttaka eisini onnur feløg úr Føroyum: Ægir, Susvim og Fuglafjarðar Svimjifelag. 

HS-svimjararnir:

Fríði Dam Lindberg – (2003)

Bára D. Nattestad – (2004)

Andreas Winther Klit – (2005)

Dávid Gislason – (2005)

Sólja Sigmundardóttir – (2005)

Villiam Marius Samuelsen – (2005)

Ari Rasmussen Weihe – (2005)

Markus Bárðarson Dahl – (2005)

Oddvá Sedea D. Nattestad – (2006)

Nóa Nónklett – (2006)

Isak Brisenfeldt – (2006)

Jóni Janusarson Strøm – (2006)

Áki Eliassen – (2006)

Erling Erlendsson – (2007)

Pætur E. Thorkildshøj – (2007)

Silas Dam Lindberg – (2008)

Venjarar: 

Katrin Dagbjartsdóttir

Maria B. Antoft

Rakul A. Dam

Ferðaleiðarar:

Tór Arni Samuelsen

Finnbjørg Nattestad

Harumframt eru eisini nøkur foreldur við at stuðla svimjarunum. Kappingin endar sunnukvøldið, og mánadagin verður farið ein túr í Tivoli áðrenn flogið verður heimaftur mánakvøldið.

Hjá HS venja svimjarar á 4. liði fast 4 x 1,5 tíma um vikuna, meðan tey á 3. liði venja 5 x 2 tímar um vikuna (onkur tó 6 ferðir).

Tað ber til at fylgja við á livetiming.

(mynd: hópurin hjá HS til Køge Open 2019)