Nú um vikuskiftið 13.-15. november 2020 er JM/FM í svimjing í svimjihøllini í Gundadali. Havnar Svimjifelag luttekur við 29 svimjarum, harav 20 hava aldur at luttaka til JM:

Á 3. lið hevur Snorri F. Mortensen (2005) tíverri fingið ein skaða, og Pætur E. Thorkildshøj (2007) og Silas D. Lindberg (2008) eru ov ungir til JM, og hava ikki enn klárað bronsunálatíð fyri at luttaka til FM.

Fyrrapartarnar fríggjadag, leygardag og sunnudag verður svomið innleiðandi til FM og er tað samstundis JM-finalur. Fyri at kunna luttaka til FM krevst ein bronsunálatíð í greinini, og er hon 300 FINA-stig.

Tey, sum eru yngri enn junior, kunnu luttaka til FM, um tey hava eina bronsunálatíð í greinini, men luttaka tá ikki til JM.

FM-stevnan er merkt av korona, og er ikki pláss fyri nógvum áskoðarum, og hesuferð verður FM tíverri ikki víst í kringvarpinum, sum tað hevur verið gjørt seinastu nógvu árini. Hetta er sera harmiligt. Men kappingin verður stroymd, og fara vit at leggja leinkju út á heimasíðuna seinni.

Innbjóðing, startlistar og skrá til JM/FM: HER

Innleiðandi umførini byrja kl 09.30 og FM-finalurnar kl 17.00 allar tríggjar dagarnar.

Um Havnar Svimjifelag:

Svimjimenningin hjá HS-svimjarunum er bygt upp uppá tann mátan, at har er svimjiskúli fyri børn niður í 4 ára aldur

Tað eru seks lið fyri børn 4-6 ár, sum venja í lítla hyli í Gundadali eina ferð um vikuna.

Tey, sum eru 7 ár og eldri, svimja á Argjum, í Eysturskúlanum og nøkur í 25m-hylinum í Gundadali. Í løtuni eru her 10 lið, har nøkur venja eina ferð um vikuna, og hini venja tvær ferðir. Liðini verða í mest møguligan mun deild upp eftir støðið, og síðani aldri. 

Liðini eita litir: Hvít, Gul, Appilsingul, Grøn, Blá og Reyð. Tá tey koma á Appilsingul lið fáa børnini møguleika fyri at royna seg eitt sindur til kappingar. Hetta einamset fyri at læra tey tað, so tey eru klár, tá tey koma á kappingarliðini, har tað verða sett størri krøv til uppmøting osv. Ymiskar eru orsøkirnar at ganga til svimjing: summi ynskja at læra at svimja, summi vilja til kappingar og onnur brúka tað sum eitt frítíðarítriv. HS hevur pláss fyri øllum.

Frá Reyða liði ber til at fara víðari á kappingarliðið: fyrst á 4. lið, og so uppeftir á 3. lið, 2. lið og at enda á 1. lið. Vanliga eru tey uml. eitt ár á hvørjum liðið, men hetta er sera individuelt, og eru fleiri kriteriir, ið avgera tað.

Venjingarmongd:

Svimjing er ein ítróttagrein, har góð úrslit krevja nógva venjing. HS roynir vítt møguligt at børnini ikki eru alt ov ung, tá venjingarmongdin økist nógv. Men tá hetta hendir nokk so líðandi, venja tey flestu seg skjótt við tað. Tað er umráðandi at skapa trivnað á liðunum, tá svimjararnar eru so nógv saman, og tað er týdningarmikið at fáa uppbakning heimaífrá.

Svimjistevna í Vági (2019)
Foreldur telja banar til stuðulssvimjing (2019)
Formaðurin Ólavur Weihe setur eplir niður á Leynum (2019)
Tað er ikki bara venjing – tað ber eisini til at leypa á sjógv til stuttleikar (2019)
3. lið í Gomlu Hoyvíkini (2019)
Eplavelting í Leynum (2019)
Venjingarlega í Spania (oktober 2019)
3. og 4. lið hava seinastu árini luttikið á Køge Open, sum vanliga er í november. Stevnan varð tíverri avlýst í ár vegna korona
Jólaaftansmorgun hittast kappingarliðini, fyrrverandi svimjarar, venjarar og nevndarlimir til vatnpolo. Hendan myndin er tikin 24. desember 2019
HS-styrkirúmið í svimjihøllini í Gundadali
Tá svimjihøllin var stongt undir korona, fóru kappingarliðini túr fyri Vestan (2020)
FM á stuttgeil 2018
Svimjiskúlin venur í lítla hyli í Gundadali (2019)