Mikudagin 27. august kl 17.00 ber til at melda seg til svimjiskúlan og rørslusvimjingina hjá Havnar Svimjifelag 2014/15.

 

Eins og í fjør verður hetta gjørt umvegis heimasíðuna, men um hetta ikki letur seg gera hjá onkrum, kunnu tey koma í svimjihøllina í Gundadali hendan dagin, eisini kl 17.00.
Á heimasíðuni verður meldað til við at brúka leinkjurnar undir Svimjiskúlin/Rørsla (í valmyndini á vinstru síðu) Leinkjurnar verða ikki sjónligar fyrr enn mikudagin 27. august kl 17.00. Tilmeldingin er bindandi.

 

Tað er umráðandi, at tit melda tykkum til rætta liðið beinanvegin. Fyrireikið tykkum tí við at lesa tilfar og faldarar undir Svimjiskúlin/Rørsla, og/ella við at tit seta tykkum í samband við Havnar Svimjifelag. Liðini verða tey somu sum í fjør og tíðirnar verða í vítt møguligan mun eisini tær somu.

 

Svimjingin byrjar aftur mánadagin 1. september 2014.

 

Systkinaavsláttur: 1. barn fult gjald, 2. barn 20% og 3. barn 20% (eitt barn rindar altíð fult gjald).

 

Svimjarar á kappingarliðunum 1., 2., 3. og 4. fáa tilmeldingarleinkjur sendandi við telduposti.