Nú ber til at skriva seg á BÍÐILISTA til svimjiskúlan hjá Havnar Svimjifelag 2020/21.

HS ynskir við hesum at kenna ítøkiliga áhugan fyri at læra at svimja hjá felagnum, tá vit hava varhugan av, at tað eru fleiri, sum ikki hava fingið pláss á nøkrum liði, men sum ynskja at sleppa at svimja. Ætlanin er at gera 1-2 lið aftrat aftaná heystferiuna, og vónandi geva øllum áhugaðum eitt pláss. Hetta er treytað av, at nóg nógv tekna seg, og at vit finna venjara/r.

Tó tora vit ikki at lova, at øll á bíðilistanum fáa pláss hetta svimjiárið, tá vit ikki kenna endaliga tørvin.

Tit frætta UM tað verður pláss, og fáa síðani eina gjaldsleinkju sendandi. Tilmeldingin er mett sum gildug, tá luttøkugjaldið er móttikið til eina ásetta tíðarfreist, og tað ber ikki til at venja við, fyrr enn tað.

Verður ikki goldið innan ávísa tíðarfreist, fær annar svimjari plássið í boðið, og meldast má til bíðilistan av nýggjum. Flyting á kontu verður IKKI góðtikin.

Skrivið tykkara barn á bíðilistan her

Faldarin fyri svimjiárið 2020/21 sæst her: https://drive.google.com/file/d/1FOUxH7JM1EfG5R2cRKUKr8sdBYZD3ynB/view