Mikukvøldið 17. november kl. 20.30 verður framløga í kantinuni í
svimjihøllini í Gundadali fyri rørslusvimjarum og øðrum áhugaðum.
Framløgan hevur heitið “Hví hevur tað so stóran týdning at røra seg?”.

Tosað verður m.a. um, hví tað hevur so stóran týdning at røra seg – ikki
bert tá ein er ungur, men alt lívið. Vit taka eisini saman um
rørsluverkætlanina, “Hvussu lítið skal til, fyri at tað ger mun?”, har
vit í heyst hava fýra rørslulið við næstan 100 íðkarum.

Skráin er hendan:

“Hví hevur tað týdning, at venja við høgum pulsi” við Magna Mohr
“Eldri fólk, kondi, styrkivenjing, rørsla, beinbroyskni (osteoporosis)”
við Hans Mikkelsen

Møtið fjølment!