Svimjiárið er frá og við 3. september 2018 til og við 30. apríl 2019.  Skipað verður møguliga fyri summarsvimjing 1. mai – 15. juni, har kostnaðurin verður kr. 100 fyri tey, sum ynskja at svimja hetta tíðarskeiðið longri. (í fyrstu atløgu verður hetta tilboð bert fyri tey, sum hava svomið alt árið við HS. Nærri kunning um summarsvimjingina verður í apríl/mai)

Eingin svimjing er, tá fólkaskúlin hevur feriu, og teir dagarnar, tá skúlarnir hvør í sær annars hava frí. Upplýst verður so hvørt á heimasíðuni og á viðkomandi facebook-bólkum.

Avlýsingar kunnu koma fyri, t.d. vegna sjúku o.a., og HS roynir vítt møguligt at finna avloysarar, men er eingin trygd fyri, at hetta altíð ber til. Uttanfyristandandi umstøður, sum felagið ikki hevur ávirkan á, hava ikki við sær, at ein venjing verður eina aðru ferð í staðin fyri.

Facebook-bólkar: Tað eru gjørdir bólkar á facebook, har alt samskiftið verður framyvir, so tað er týdningarmikið at tryggja tykkum, at tit eru við í einum av hesum bólkunum.

Broytingar kunnu koma fyri, t.d. venjingartíðir, stað, lið kunnu verða niðurløgd um nóg stór undirtøka ikki er fyri teimum, kanska løgd saman ella okkurt annað.

Sysktinaavsláttur: Dýrasta barn betalir fult gjald. Tey eftirfylgjandi fáa 20% í avsláttur. Fyrst betala tit fult fyri øll, so skriva tit til svimjiskulin@havnarsvimjifelag.com við upplýsingum um: hvussu liðini eita, hvussu børnini eita, og kontunummar.

Bíðilistin til svimjiskúlan verður eftirhugdur av og á, og har er «fyrst til myllu» aðalreglan galdandi. Tey, sum fáa bjóðað pláss, fáa teldupost um hetta. Tíverri verða tað ikki pláss fyri øll á bíðilistanum, men vit viðmæla, at tit fylgja við á heimasíðuni í august mánað komandi svimjiár, tá kunning um tilmelding freist osv. verður løgd út.

Telduposturin hjá svimjiskúlanum fyri børn er: svimjiskulin@havnarsvimjifelag.fo (vinarliga roynið at finna kunning á heimasíðuni, áðrenn tit senda teldupost).

Annað: Í svimjiárinum skipar HS fyri ymiskum tiltøkum at savna pening inn til raksturin, og nevndin er sera takksom fyri, at flest allir limir eru við til at rætta eina hjálpandi hond í hesum sambandi. Alt arbeiði hjá felagnum verður annars gjørt ólønt, tó at venjararnir fáa vanliga tímaløn til venjingarnar.