VAKSIN:
RØRSLA– fyri roynd og óroynd (Master): Kostnaður kr. 1.500 fyri hálvárið
Her eru lið fyri bæði roynd og óroynd vaksin – vant verður í Gundadali. Tey royndu eru viðhvørt til kappingar, ið kallast fyri Master, og er tað bæði til álvara og gaman. Tey óroyndu læra seg grundleggjandi svimjing, og kunnu eftir nøkrum (ella fáum) árum betra sín teknik somikið, at tey gerast før fyri at luttaka í Master-kappingunum – og tær eru bæði í Føroyum og uttanlands. Elsti Master-svimjarir í heiminum er yvir 100 ára gamlir – lesið t.d. meira her:
http://swimswam.com/jaring-timmerman-oldest-masters-swimmer-passes-away-105/ !
Venjingartíðir:
Rørsla1: Týsdagar og hósdagar kl 20.30 – 21.15
Rørsla2: Týsdagar og hósdagar kl 21.15 – 22.00
SVIMJING fyri yngri vaksin (Pre-master): Kostnaður kr. 1.500 fyri hálvárið
Vit fara at gera eina roynd at skipa eitt lið fyri fyrrverandi kappsvimjarar – tey, sum einaferð hava svomið á høgum støði, og sum av einhvørjari orsøk eru givin, men nú hava hug at svimja aftur, um ikki so nógv sum tey á 1. lið. Kanska onkur kann seta sær sum mál at svimja til FM t.d., ella til Master-kappingar uttanlands. Vant verður í Gundadali.
Venjingartíðir:
Pre-master: Lýst verður nærri
SVIMJIVENJING: Kostnaður kr. 1.000 um árið
Hetta er rólig venjing 45 min. um vikuna – vant verður í Eysturskúlanum.
Venjingartíðir:
SKV1: Hósdagar kl 19.30-20.15
KOLLAFJØRÐUR: Kostnaður kr. 700 fyri hálvárið
Havnar Svimjifelag verður nú eisini í svimjihylinum í Kollafirði, um nóg stórur áhugi er. Í fyrsta umfari við einum Rørslu-liði – pláss verður fyri 15 luttakarum. Vant verður 1×60 min. um vikuna.
Venjingartíðir:
RørslaK: Hósdagar kl 20.00-21.00