Hjartaliga vælkomin í Havnar Svimjifelag. Vit fegnast um
øll tey, ið ynskja at svimja hjá okkum – og vit vóna, at tit fáa eitt – ella
helst mong – góð svimjiár saman við okkum. Bæði tey, sum eru við fyri at læra
at svimja, og tey, sum vilja gerast kappsvimjarar um nøkur ár.


Norðurlendska definitiónin uppá, nær man dugir at svimja
er, at man uttan trupulleikar klárar at svimja 200m út í eitt. Hetta er vert at
hava í huga, tá vit sum oyggjasamfelag eru umgyrd av vatni.

 

Í svimjiskúlanum hjá HS hava øll møguleika at læra at
svimja – og ikki minst: øll kunnu læra at svimja. Børn, sum tora at
leypa útí alt uttan ótta, og børn, sum altíð hugsa seg tvær ferðir um tey tora
ella ikki.

 

Byrjar barnið í svimjiskúlanum sum 4-5 ára gamalt brúkar
tað vanliga 2-3 ár á liðunum “Skvatl og spæl”. Her læra tey við spæli ymiskar
svimjirørslur, sum tey seinni koma at menna veruliga í “Eitt sindur roynd”-liðunum
og enn meira á “Roynd”-liðunum. Tað er sera umráðandi, ikki at skunda undir
hesa menning við at melda tey til lið, sum tey als ikki eru klár til. Børnini
leggja beinanvegin til merkis, at hini duga nógv betur enn tey, og so kann
hetta viðføra, at svimjarin missir hugin og gevst við at svimja.

 

Vit eru viðhvørt úti fyri, at okkurt barn ikki vil útí í
fyrstani – og tað er í fínasta ordan. Tær fyrstu ferðirnar kann barnið so
standa á kantinum saman við einum av foreldrunum og hyggja, hvussu hini børnini
gera. Næsta stigi kann so vera, at barnið fer útí uttan at vera við, og er hetta
eisini í fínasta ordan. Hjá summum kann hetta taka langa tíð, men eru børnini
og foreldrini nóg tolin, so fer eisini hetta barni fyrr ella seinni at svimja
sum ein kópur
J

 

Ivast tit í onkrum eru tit vælkomin at senda teldupost
til: info@hs.fo

 

Vinarliga

Havnar Svimjifelag