HS skipar fyri stuðulssvimjing leygardagin 6. november kl. 18-22 í høllini í Gundadali.

 

Ætlanin er at fáa ALLAR limir at skaffa sær stuðlar og svimja fyri felagið. Vit eru næstan 500 limir, so talan verður vónandi um eitt megnar tiltak. Á skránni verður – umframt svimjing – tónleikur, hugni, matur, undirhald, góðir vinningar og mangt annað. Meira verður at frætta um tiltakið her á heimasíðuni uml. 27. oktober.

 

So góðu limir, setið kross í kalendaran!