Ein af Føroya skjótastu sprintarum, Pauli Øssursson Mohr, hevur limað seg inn í Havnar Svimjifelag og hevur í kvøld havt sína fyrstu venjing.
Aftaná at hava verið við til at mynda kappsvimjingina í Fuglafirði síðani hann var smádrongur, hevur Pauli valt at leita sær nýggjan íblástur á svimjileið síni.
Pauli hevur í avtalu og fullari semju við nú fyrrverandi venjara sín Sonna valt at skifta felag, og fer komandi mánaðirnar at royna seg sum havnarmann.
Vit í Havnar Svimjifelag taka tað sum eitt herðaklapp, at Pauli júst velur okkara felag, nú hann leitar sær aðrar leiðir, og ynskja honum hjartaliga vælkomnan í felagið.