Vit byrja at svimja aftur mánadagin 9. januar. Skráin fyri hálvárið sæst á myndini omanfyri. Stórt sæð er talan um “same procedure as last year”: tríggjar heilsukanningar, ein masterkapping í Vági við veitslu í mars og tann afturvendandi jóansøkuhavsvimjingin við endaveitslu umborð á Johonnu TG326 (hesaferð í Vági). Og so ólavsøkusvimjingin … harumframt spøkir ein Íslands-túrur.

Venjingartíðirnar eru hesar:
Rørsla 1: Týs. & Hós. 20.30 – 21.15
Rørsla 2: Týs. & Hós. 21.15 – 22.00
Rørsla 3: Mán. 20.30 – 21.15 & Mik. 18.45 – 19.30
Rørsla 4: Mán. 21.15 – 22.00 & Mik. 19.30 – 20.15

Tú meldar teg til við at rinda kr. 1.500 á kontu hjá Havnar Svimjifelag í EIK: 9181-1851103 – liðini verða endaliga skipaði fríggjadagin. Viðmerk “Navn” og “Rørsla”. Um tú hevur ynski um at koma á eitt ávíst lið, so viðmerk talið eisini (dømi: Óli Ólason Rørsla 4). Um pláss er, verður ynskið uppfylt.