Mikudagin 4. sept. kl. 17 verður møguligt at melda seg til svimjiskúlan og rørslusvimjingina hjá HS 2013/2014.

Eins og í fjør, verður hetta gjørt heimaífrá umvegis heimasíðuna, men um onkur hevur tørv á hjálp, kunnu tey koma í Svimjihøllina í Gundadali 4.september kl 17.

Á heimasíðuni verður melda til við at brúka leinkjurnar inni undir Svimjiskúlin / Rørsla (í valmyndini í vinstru síðu). Leinkurnar verða ikki sjónligar fyrr enn mikudagin kl. 17.00.

Tað er umráðandi at tit melda tykkum til rætta holdið beinanvegin. Fyrireiki tykkum tí uppá hvørji hold tit skulu melda tykkum til, við at lesa tilfar og faldarar undir Svimjiskúlin / Rørsla, og/ella við at tit seta tykkum í samband við Havnar Svimjifelag.