Partur av tíðindaskriv frá Svimjisambandinum um DÅM 2009

 

11 heiðursmerkjapláss til danska meistarakapping

 

22 føroyskir svimjarar luttóku her um vikuskiftið á Dansk ÅrgangsMesterskab 2009, sum er danska meistarastevnan fyri svimjarar yngri enn juniorar og seniorar. Ein eitt sindur serlig stevna, við tað at danir forbjóða øllum ‘superdraktum’ á stevnuni, og vit tí uppá gott og ónt kundu fáa staðfest, hvussu okkara yngstu klára seg uttan hesar serligu draktir, í kapping móti javngomlum dønum.

 

Og úrslitið var gott, tá ið hugsað verður um at stórfavoritturin Eyðbjørn Joensen gjørdist sjúkur upp undir stevnuna. Føroyingarnir kláraðu tilsamans 11 ferðir at svimja seg upp millum 3 teir skjótastu svimjararnar á meistarastevnuni, og 45 ferðir at betra um sínar bestu tíðir, tær 104 ferðir sum føroyingar luttóku í kapping.

 

Tey 11 bestu úrslitini vóru:

 

– Birita Debes nr 3 í 50 frí (27.88)

– Magnus Jákupsson nr 2 í 200 rygg (2:10.24)

– Magnus Jákupsson nr 2 í 100 rygg (1:00.10)

– Poula Ø. Mohr nr 3 í 100 frí (1:00.73)

– Magnus Jákupsson nr 2 í 400 blandað (4:53.65)

– Eyðbjørn Joensen nr 3 í 400 frí (4:38.64)

– Tanja Skaalum nr 2 í 200 bringu (2:49.76)

– SSF gentur bólkur 2 nr 2 í 4×50 frí (2:04.77)

– Eyðbjørn Joensen nr 2 í 200 frí (2:11.04)

– Tanja Skaalum nr 2 í 100 bringu (1:20.14)

– Eyðbjørn Joensen nr 2 í 50 frí (27.75)

 

Hartil svumu Sofus Bech og Erna Katrin Olsen úr Suðuroyar Svimjifelag seg til silvurnál í 800 frí. Vit frætta úr Danmark at hetta var ein rættiliga strævin kapping, við tað at dagarnir vóru langir, hallirnar heitar og kappingin hørð, samstundis sum føroyingarnir í Kolding stríddust við at venja seg við hálu endaveggirnar í hylinum.