Um vikuskiftið var NM/NJM í svimjing hildið í Kolding, Danmark, har fleiri føroyskir svimjarar eisini luttóku. M.a. vann Marius Ihlen Garðshorn, sum til dagligt venur við 1. lið hjá HS, norðurlendskt gull í 1500m frí við tíðini 15.28.72, og var hetta eisini persónligt met. Í hesum sambandi hevði Havnar Svimjifelag eina lítla móttøku í svimjihøllini fyri honum, tá tey øll komu heimaftur í kvøld, har nevndin bjóðaði jólabollar, sunkist og kaffi, umframt, at gull-vinnarin fekk ein Guðrun&Guðrun troyggju fyri avrikið. Vit ynskja honum hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir. Hann fer longu av landinum aftur mikudagin til eina kapping í Amsterdam, saman við Vár E. Eidesgaard, sum eisini venur við 1. lið hjá HS 🙂

 

Jóannes H. á Fløtti (venjari hjá 3. og 4. lið) tók nakrar myndir í samband við móttøkuna.

vh
Nevndin
Havnar Svimjifelag