Soleiðis hongur Havnar Svimjifelag saman:

Havnar Svimjifelag hongur bara saman, um tað eru nóg mikið av hjálparfólkum, sum – uttan samsýning – hjálpa til. Onkur fær vónandi eitt ”Takk fyri” her og har, men annars fáa tey einki. Vit heita tí á øll um at fara væl við teimum, tí hesi fólkini eru gull verd fyri felagið, og vit kunnu ikki vera tey fyriuttan 🙂

Tað er altíð brúk fyri fleiri kreftum, og hevur tú hug at hjálpa, so set teg í samband við onkran lim í einum av bólkunum, t.d.

Tey sjálvbodnu fólkini eru (pr. mars 2022):

Nevndin:

Hjørdis Mortensen, forkvinna
Dan Eliassen, næstformaður
Ólavur Weihe, kassameistari
Rakul A. Dam, nevndarlimur
Erling Eidesgaard, nevndarlimur
Eirikur Hofgaard, nevndarlimur
Tór Arni Samuelsen    nevndarlimur

Stevnubólkurin heima:
Eirikur Hofgaard
Annika í Dímun
Ester Simonsen
Kristina Háfoss

Stuðulsbólkurin:
Ólavur Weihe
Maria C. Nielsdóttir
– mangla 1 fólk

Svimjiskúlin (fyribils)
Rakul A. Dam
Tór Arni Samuelsen

Ferðabólkur 1:
Lillie Eliassen
Birita Dahl

Kantinubólkurin:
Sóley Samuelsen
Beinta Kass
Anna Maria Juul

Kappingarskrá- og teldubólkurin:
Tór Arni Samuelsen
Bárður Mikkelsen
Jóhannis Erlendsson
– manglar 1 fólk

Heimasíðubólkurin:

Svimjikappingarbólkurin úti – 16m (fyribils):
Rakul A. Dam
– manglar 3 fólk

Umframt hesi, eru tað øll tey, sum eru klár við eini hjálpandi hond, har tørvur er, men uttan tó at vera í einum føstum bólki. Tey gera mat til svimjararnar, tá vit kappast í Klaksvík og í Vági, tey rudda og vaska upp aftaná, tey eru tíðtakarir, dómarir, sjaførar, ferðaleiðarir, kaku- og bollabakarir, kantinufólk o.m.a.

Hesir bólkarnir mangla manning:
Venjingarlegu-bólkurin
Tilmeldingarbólkurin
Liðleiðari hjá kappingarliðunum
Trivnaðarbólkurin
Ferðabólkur 2

Uppgávurnar hjá hvørjum bólki sær sæst á hesum skjalinum: Uppgávurnar