Sigurd L. Lamhauge, formaður í Havnar Svimjifelag seinastu knapt trý árini, boðaði mikukvøldið nevndini í HS frá, at hann av persónligum orsøkum hevur avgjørt at taka seg aftur sum formaður í felagnum. Nevndin harmast, men virðir, avgerð hansara. Felagið er undir hansara leiðslu vaksið sera nógv og hevur ment seg, frá at vera eitt av teimum minstu feløgunum í Havn, til at vera eitt av teimum størstu og virknastu. Nevndin vil nýta høvið til at takka Sigurdi fyri hansara stóra innsats fyri svimjingina, og ikki minst svimjiskúla og rørslusvimjing, har hann hevur gingið á odda við at gera svimjing til til eitt sera viðkomandi og nógv nýtt alternativ til tey sum hugsa um rørslu, og tað gagn sum hin einstaki og samfelagið sum heild, fáa av at vit øll røra okkum meiri enn vit gera.