Havnar svimjifelag luttók í Reystakappingini nú leygardagin, við góðum úrtsliti.

Eldru børni sum eru fødd í 98 – 99 kappaðust um morgunin.

Henda kappingin gekk sum eftir ánni, og vann HS. kappingina greitt við
8 gull, 8 silvur og 5 bronsu heiðursmerkjum í til samans 15 kappingum.

Næst eftir HS kom Ægir við 7. gull, ongari silvur og 2. bronsu heiðursmerkjum.

At HS hevur eina góða breidd í hesum árgangi kom eisini til sjóndar í
lið-svimjingini, har ið okkara svimjarar komu á mál, nærum ein hyl
framman fyri liðnum hjá Reysta.

Yngru børnini kappaðust seinnapartin. Her hevði HS. bert 3 svimjarar
við í kappingini. Vár kláraði, hóast hon hevur eitt ár eftir í sínum
aldursbólki, at vinna eina gullmedalju.

Úrtslitini frá kappingini liggja inni á heimasíðuni svimjing.com