Aftur í dag eydnaðist tað Magnusi at svimja seg til eitt fyrstapláss. Hann
svam 200 frí í tíðini 1.53.92. Hansara besta tíð var 1.54.75, sum hann
svam til FM fyri lið, sum var í juni í Havn í ár. Hetta er ein
forbetring á 0,83 sek.
Mikkel Johansen (sum venur saman við Magnusi í VAT) og Magnus
lógu stavn um stavn allan teinin og skiftust at føra. Á 100 m var Magnus
bert 1/100 frammanfyri Mikkel og á 150 m førdi Mikkel við 13/100. Tá av
tornaði sló Magnus í kantin 14/100 frammanfyri Mikkel sum svam
teinin 1.54.06.