Klokkan var 05.15 tá ið øll vóru purrað upp úr songini. Øll gníggjaðu svøvntung eyguni á veg inn í køkin at eta morgunmat. Vit fingu strengar ordrar um, ikki at eta ov nógv, tí tað var eingin umskyldningur at hava ilt í búkinum av ováti. Síðani varð farið oman í bussarnir og til svimjihøllina. Klokkan var bert 06.15 tá ið øll somul hoppaðu í tann mjørkaklædda, myrka hylin. Kavi lá rundan um hyljarnar og kalt var hjá venjarunum á kantinum. Tá ið programmi var liðugt, var sólin enn ikki komin upp. Vit skundaðu okkum at strekka út, so at vit høvdu tíð til ein stuttan túr í pottarnar áðrenn vit skuldu avstað. Ímeðan allir svimjarirnir vóru í hylinum, var Jákup heima við hús og gjørdi lekkran morgunmat. Hetta gekk tó ikki heilt sum ætlað. Hann misti bæði egg og mjøl á gólvið, tá ið hann skuldi gera seg upp fyri Erling. Erling var skjótur at taka telefonina fram, at taka myndir av hesum. Jákup fekk tó rudda alt upp áðrenn vit øll komu heim.
Aftanná ein sera góðan, vælsmakkandi morgunmat, høvdu vit fýra tímar uttan nakað programm. Nøkur fóru í sentri at keypa og onnur fingu sær ein lúr, Markus mátti tó brúka sína tíð uppá at fara til tannlæknan at orna sær boyjlan. Klokkan 13.30 vóru bussarnir á veg niðan í fjøllini, har vit skuldu venja. Vit vórðu tó eitt sindur seinka av, at Gudmundur leitaði eftir Markusi, og hálvan vegin niðan, fann Gudmundur útav at hann manglaði skistúlvarnar. Tá noyddust vit at venda við. Hetta var tó ikki líka ringt sum tað, Erling gjørdi í gjár. Hann hevði av misgáum tikið EIN skistúlva hjá Janusi. Hann merkti ikki nakað til hetta, og skiðaði við honum í ein heilan dag. Ikki fyrrenn Janus fortelur honum hetta, finnur hann útav, at tað var hann, ið hevði tikið skeivan stúlva. Tá høvdu øll í skiðútleiðinginið longu hoyrt hesa søgu um tápulingin, sum skiðaði við tveimum ymsum støddum.
Tá ið øll vóru klár, høvdu vit eina felags upphiting. Síðani høvdu vit ein tíma og tjúgu minuttir at skiða fyri okkum sjálvi. Har kundu vit velja at fara eina rutu, sum var 3.8 km ella eina, ið var 11.5 km. Aftanná tað vóru vit deild upp í 4 bólkar, og gjørdu ymiskar staffettir. Innkomin fingu vit ein bita at eta og heitt kakao. Kl. 17.00 var fari oman eftir alpin-skiðunum, har vit høvdu tveir tímar at hugna okkum í á bakkunum. Í dag vóru fleiri, ið hættaðu sær upp á teir meira krevandi bakkarnir. Ímeðan vit øll hugnaðu sær við alpin-skiing, stóð Jákup heima og stokti okkum tær fantisku svínakotteletirnar, sum vit fingu til døgurða, afturvið fingu vit lekkurt rís, sum Erling hevði kókað. Í dag hevði kamar nummar 20 uppgávuna at vaska upp. Tá ið alt hetta var gjørt, høvdu vit eitt felagsmøti um songartíð og dagin í morgin. Í morgin sleppa vit at sova eitt sindur longri, men annars er programmi fyri dagin næstan tað sama, men sikkurt við nógvum nýggjum fjúsi til dagbókina.

Góðanátt.
Kamar nr. 28 (Annika, Bjørk, Edit og Kristina)

Viðmerking frá rúm nr. 5: Tað er sera lítil munur á stilvastøddunum! :)))