Skoytiprinsessan á Skálatrøð hevur ongan kjans … legg merki til fascinatiónina í eygunum á dreinginum til høgru

Vit vóru vakt kl. 07.20. Síðani var tann vanligi, sunni morgunmaturin. Tað var ógvuliga ringt veður í morgun, við nógvum vindi og sirmi. Vit lupu í tann kalda hylin kl. 08.30 og vóru liðug kl 10.10. Tá ið øll høvdu strekt út í góðar 10 minuttir, var ein maður, ið fegin vildi hava eina mynd av okkum, tí at hann skuldi skriva eina grein um okkum og venjingarlegu okkara í vikublaðið, sum kemur út mikudagin. Kristian Martin varð ‘interwievaður’ á íslendskum, hetta gekk bara heilt væl. Síðani høvdu vit ein lítlan, avslappandi túr í pottunum, ímeðan Christian og Pauli gjørdu seg kláran til dagsins dyst. Kristian Martin meldaði avboð, tí at kappingin varð eitt sindur ov hørð fyri hann. Úrslitið varð at Pauli kom inn við tíðinið 14.5 og Christian hevði 14.8 har var sjálvsagt ein skuffaður Herr Tessner, ið kom upp úr hylinum, við umberingum um, at hann enn einaferð hevði ein vánaligan start. Síðani fóru vit heimaftur og fingu lekkra pastasalat, sum Jákup hevði gjørt. Aftanná tað høvdu vit pausu í nakrar tímar, so skuldu vit niðan á cross-country banan, men av tí at veðrið var so ringt høvdu vit tveir møguleikar at velja ímillum: At skíta á veðrið og fara niðan allíkavæl, ella at fara oman í tí deiligu svalligu skoytihøllina at skoyta í tveir tímar. Tað var ein greiður meiriluti fyri næsta møguleikanum. Kl 14.00 fóru vit heimanífrá yvir í skoytihøllina. Øll funnu sær skoytur, goldu og fóru beinaleið út á banan. Tað var ein varlig byrjan hjá teimum flestu, men Jákup leyp út í tað sum ein verulig skoytiprinsessa. Hann dugdi bæði at leypa og bakka og snúra runt á einum beini. Hann var tó kanska eitt sindur ov ivrigur og skoyatði beint inn í ein lítlan drong, sum fór um koll og Jákup loftaði honum, men ístaðin fyri at sleppa aftur, tók Jákup ræðslusligna drongin undir armin og skoytaði víðari. Síðani lovaði Jákup skelkaða dronginum aftur til mammu sína. Hini komu skjótt inn í tað, og áðrenn nakar visti av, hevði Gudmundur skipa fyri dagsins fyrstu stafett. Vit fóru síðani at spæla ‘pikk’ eina løtu, har øll tuskaðu runt og stuttleikaðu sær. Eisini fekk Erling brent nakrar av teimum óneyðugu kaloriunum frá morgunmatinum av aftur. Erling fekk eisini ein lítlan skelk, tá ið hann sá lítlað drongin, ið hann trummlaði niður í vatnrusjibananum í gjár. Aftanná at hava staðið á skoytum í tveir tímar, skipaði Jákup fyri síðstu stafettini. Vit vóru deild upp í tvey lið og liðið ‘MUNGA’ vann stafettina. Tá ið vit komu heim, bíðaðu vit eina løtu eftir døgurðanum, sum Erling gjørdi. Bjørk hjálpti til við at gera eina fantastiska salat. Døgurðin smakkaði óhugnaliga væl, og tá ið øll vóru liðug at eta, fóru tey flestu í biograf. Heimafturkomin fóru øll beinaleið í song, tí at vit skullu tíðliga upp í morgin
Í morgin verður farið upp kl. 08.15 og bara ein venjing verður uppi á cross-country bananum. Síðani fara vit kanska at skiða Alpine-skiing.

Genturnar á kamar 20 (Bjørk, Edit, Kristina og Annika)
Mutrað hevur: Jákup