Almenn tilmelding til næsta svimjiár verður í Svimjihøllini í Gundadali mikudagin 31. august 2011 kl. 17-19.

Svimjarar, ið venja á kappingarliðunum, Talent, FM, C, B og A, skulu eisini melda til í seinasta lagi hendan dagin við at gjalda.

Limagjaldið skal gjaldast kontant. Til ber eisini at gjalda við gjaldskorti.

Faldari við meira kunning um tilboð o.s.fr. kann heintast her: Faldari 2011/12