Mikudagin
27. august kl 17.00

ber til at melda seg til svimjiskúlan og rørslusvimjingina hjá Havnar
Svimjifelag 2014/15 og svimjingin byrjar
aftur mánadagin 1. september 2014. Rørsluliðini byrja tó aftur mánadagin 8.
september.

 

Eins og í fjør verður tilmeldingin
umvegis heimasíðuna, men um hetta ikki letur seg gera hjá onkrum, kunnu tey
koma í svimjihøllina í Gundadali hendan dagin, eisini kl 17.00 – havi farteldu,
teldil ella líknandi við
(um tað ber til), umframt gjaldskort. Vit hava eina
teldu har, men tað er kanska ikki nóg mikið.

 

Annars verður meldað
til á heimasíðuni við at brúka leinkjurnar undir Svimjiskúlin / Rørsla
(í
valmyndini á vinstru síðu
) Leinkjurnar verða ikki sjónligar fyrr enn
mikudagin 27. august kl 17.00.

Tilmeldingin
er bindandi.

 

GG: Askur-skipanin tekur ávíst gjald í
samband við tilmeldingina – hetta síggja tit, tá tit koma inn á leinkjuna. Onkur
gjaldskort eru dýrari at brúka enn onnur.

 

Tað er umráðandi, at
tit melda tykkum til rætta liðið beinanvegin. Fyrireikið tykkum tí við at lesa
tilfar og faldarar undir Svimjiskúlin/Rørsla,
og/ella við at tit seta tykkum í samband við Havnar Svimjifelag.

   

 

Systkinaavsláttur: 1. barn fult gjald, 2. barn 20% og 3.
barn 20% (eitt barn rindar altíð fult gjald)

 

Svimjarar á
kappingarliðunum 1., 2., 3. og 4. fáa tilmeldingarleinkjur sendandi við
telduposti.