Orsaka av, at svimjararnir frá SuSvim, ikki kunnu verða í Klaksvík fyrr enn kl. 19.00, er kappingin útsett fylgjandi:

Upphiting byrjar fríggjakvøldið kl. 18.30 og sjálv kappingin byrjar kl. 20.00. Annars er kappingin óbroytt.

Vit koyra í egnum bilum til/frá Klaksvík. Eftir hvat vit skilja hava tey flestu (um ikki øll) skaffa sær transport. Um onkur ikki hevur transport, skulu tey kontakta Óla Gardshodn á tlf. 545136, innan fríggjadagin 10. feb. kl. 16.00 – hetta fyri at vit kunnu fáa tey norður við onkrum av bilunum, sum hava tøk pláss.

Um ein ynskir sjálvur at koyra í bussi til Klaksvík, má ein í seinasta lagi fara við bussinum frá Farstøðini kl. 17.30.

Vit hava skaffa okkum eitt nýtt hús at halda til í, tá vit eru til kappingar í Klaksvík. Framyvir fara vit at húsast í Snjøllu Bjøllu, Skúlavegur 1 (beint við Skótahúsið) – klikka á tekningina omanfyri fyri at fáa fullu myndina.