Eftir ætlan skuldu vit í vikuskiftinum havt luttikið í SuSvim svimjikappingini í Vági – men tíverri bleiv ongin kapping. Orsaka av vandanum fyri verkfalli og í samráð við hini feløgini, bleiv avgerð tikin um ikki at fara suður til Vágs.

Sum eitt plástur uppá sárið, gjørdu vit leygarmorgunin og leygarkvøldið okkara egnu óalmennu svimjikapping í Gundadalshøllini fyri A og B liðini. Sjálvt um hetta bert var eitt lítið tiltak, sum ikki kundi samanberast við eina veruliga kapping, so eydnaðist tað avbera væl, við intensum og spennandi løtum – júst, sum til eina veruliga kapping.

Svimjararnir góðu alt teir høvdu – væl hjálptir av fjøldini av hooligans, og tað sást eisini á tíðtakingartalvuni. Sjálvt um teir eru í harðari venjing, so svumu fleiri av teimum teirra bestu tíðir.
Eftir kappingina bleiv hugna um, og forkunnugar gávur vóru handaðar vinnarunum. Sum myndirnar vísa, so var høvuðsvenjarin Kristian Martin Joensen, formaðurin Eyðun Húsgarð og ikki minst svimjarar og viðhaldsfólk, sera væl nøgd við tiltakið.

 

Spennandi verður til næstu kapping í Klaksvík um 14 dagar…