Endabresturin
hjá svimjiskúlanum verður

mikudagin 18. juni
2014 kl 18.00

fyri øllum limum í HS við avvarandi/foreldrum/sysktjum.

Børnini sleppa at spæla og svimja í hylunum frá kl
18.00-19.00, kanska onkrar kappingar vera til stuttleikar, og aftaná skipar HS
fyri grill uttanfyri við búffum, pylsum, saft, kaffi, the og kanska onkur tímir
at baka kaku J

Kostnaður kr. 30 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn, sum verður
goldið við inngongina.

 
GG:
Tilmelding til finnbjorgnattestad@hotmail.com er í seinasta lagi
mánakvøldið 16. juni kl 20.00, har tilskilað er:

1) Navn á svimjara

2) Liðið, sum barnið svimur við (t.d. ESR2)
3) Hvussu nógv
vaksin og børn eru afturat.

Vit hava brúk fyri, at nøkur
foreldur bjóða seg fram at hjálpa til, m.a. ansa eftir og annars hjálpa til í
høllini, fylla saftkannur uttanfyri, seta kaffi útá, baka kaku og annað
fyrifallandi – tit kunnu siga frá á somu teldupostadressu sum við tilmelding.

 

Og so eitt afturat: HS eigur
eina stóra grill, men um onkur eisini eigur eina, og hevur hug og møguleika
fyri at taka hana við, so spara vit eitt sindur av bíðitíð, um tað verður líka
stór uppmøting sum vanligt J

 

Vinarliga

 

Havnar Svimjifelag