Vit enda hetta svimjiskúlaárið í svimjihøllini í Gundadali

mikudagin 17. juni kl 17.00-19.00

Venjararnir skipa fyri spølum saman við yngru svimjarunum, og kappingum saman við eldru svimjarunum, meðan tey vaksnu fáa sær kaffi 🙂

Tit verða biðin um at siga frá, hvussu nógv eru við, so vit kunnu skipa okkum – send ein teldupost til info@greatedesign.com í seinasta lagi sunnudagin 14. juni kl 18.00 við hesum upplýsingum:

  1. Tal av vaksnum
  2. Tal av børnum
  3. Navn á svimjara/svimjarum
  4. Lið

Luttøkugjaldið er 25 kr. fyri hvønn, sum verður goldið við inngongdina.

Vit hava brúk fyri, at foreldur/avvarðandi baka kakur (ca. ein kaka pr. lið), og annars taka eina hond í, meðan tiltakið er við t.d. gera kaffi, rudda upp v.m.

 

Vinarliga vegna fyriskipararnir

Aimi og Jóannes