Í dag var tilmelding hjá Havnar Svimjifelag til nýggja svimjiárið. Sum myndin vísir, mundi bíðirøðin ongan enda fingið. Tað stóð á at taka frá og tey flestu stóðu í røð í meir enn ein tíma. Eftir 2.5 tímar var røðin burtur. Hóast metundirtøku, so eru enn onkur pláss eftir á onkrum liðum. Meir frættist um hetta ein av næstu døgunum.