Havnar Svimjifelag skipar aftur í ár fyri havsvimjiskeiði í mei og juni

Havsvimjing hevur vundið upp á seg í Føroyum seinastu árini. Fleiri havsvimjikappingar annaðhvørt eru ella eru um at verða árliga afturvendandi – t.d. svimjingin um Nólsoyarfjørð, svimjingin á Jóansøku og í fjør eisini svimjingin á Ólavsøku.

Havsvimjiskeiðið miðjar ímóti at menna førleikan hjá luttakarunum at svimja langtein á sjónum í drakt. Vant verður tvey kvøld um vikuna – við venjara – í hylinum í Gundadali og tá viðrar verður harumframt svomið á sjónum í vikuskiftunum. Vit ráðgeva og royna at samskipa viðv. keypi av útgerð.

Vant verður fast í hylinum í Gundadali týskvøld og tórskvøld kl. 20.30. Fyrstu ferð týskvøldið 10. mei og seinastu ferð tórskvøldið 16. juni.

Kostnaður fyri skeiðið er kr. 300,- per luttakara.

Tilmelding til skeiðið fer fram við at flyta pening á konto felagsins í EIK: 9181-1851103 í seinasta lagi 5. mei. Viðmerk “havsvimjing + navn á luttakara” – tað lættir um hjá kassameistaranum.

GG. Gjald er einasti háttur at melda til havsvimjiskeiðið.