HS kapping fyri bólk 1 til 4 verður 5. februar 2011 í Gundadali.

Tilmeldingar skulu sendast Svend Åge Seloy á mail – saseloy@gmail.com – í seinasta lagi mikudagin 2. februar kl. 20.

Tað verður møguligt at keypa heitan mat í døgurðasteðginum. Kostnaðurin er kr. 50,-/stk. Talið á teimum sum ynskja sær ein døgurðabita skal mailast Jákupi – jja@lm.fo – í seinasta lagi mikukvøldið kl. 20. Gjaldast kann við korti á staðnum ella flytast á kontu hjá HS.

Kappingin endar uml. kl. 15, soleiðis at suðringarnir hava møguleika fyri at náa bátin suður kl. 16. Upphitingin fyrrapartin byrjar kl. 08.30

Innbjóðingin sæst her í fullum líki: Innbjóðing til HS kapping