Setið kross í kalendaran og meldið til!
Leygarkvøldið tann 10. mars kl. 19 heldur Havnar Svimjifelag veitslu fyri øllum, ið, so ella so, arbeiða á turrum fyri felagið og eru við til at fáa tað heila at bera til. Tað eru td. allir venjarar, hjálparvenjarar, limir í ymiskum arbeiðsbólkum, teldufólk, tøkningar, nevndarlimir og stuðlar. Vit kunnu kanska kalla hesa veitslu fyri eina “starvsfólkaveitslu”, har felagið á henda hátt ynskir at takka fyri góðan innsats. Hvør í sínum lagi vita tit øll, hvørji tit eru og hvat tit gera, og skulu sjálvi melda tykkum til.
Veitslan verður hildin í veitsluhølunum á Tannlæknamiðstøðini á Óðinshædd 2. Vit fáa ein góðan kokk at gera mat og fáa gott at drekka afturvið. Tónleikur og barr verða seinni, har møguleiki verður at keypa sær okkurt meir at drekka fyri sámuligan prís og reiðan pening.
Melda til við at senda teldupost til “info@hs.fo”. Seinasta freist at melda til er 22. februar.
Vinarliga,
Nevndin