Hey tit.

Her eru vit so aftur. Framvegis gongur sum ætla – karmarnir eru góðir og svimjarnir kýta seg í hylinum og í fitness centrinum. Hendan nýggja svimjihøllin á Ásvallalaug í Hafnarfirði, sum vit venja í, er heilt fantastisk. Hon hevur alt – líka frá 25 og 50m. banum og heitum svimjihyljum, heitum pottum til rutchebana og fitness sentri. Heilt fantastisk! Meðan vit hava vant her, hava vit havt 4 ferðir so nogv pláss, sum vit vanliga venja við í Gundadali.

 

Hesaferð hava genturnar á kamari 314 hava skriva dagbók fyri Langafríggjadag og í dag (6-7. apríl 2012).

 

Undir venjingini í morgin skulu vit møta Hafnarfirði í einum vatn-volleybólt dysti. Venjarin hevur í kvøld roynt at uppseta svimjararnar til hendan dystin – so tað verður spennandi…!!! Myndamaðurin verður væntandi tilstaðar, so vónandi fáa vit nakar myndir – og kanska eitt videoklipp.

 

Annars, so hava vit hetta video klippið og hesar myndirnar frá hesum báðum seinastu døgunum 6. og 7. apríl 2012. Hetta vísir hvussu lagaligt tað er at venja í hesum fantastiska 50m. 10 bana svimjihyli á Ásvallalaug í Hafnarfirði. Legg til merkis at 50m hylurin við 10 geilum, eftir tørvi kann býtast upp í:

  • ein 50m. hyl við 5 geilum og tveir 25m hylja við hvør sínum 5 geilum, ella
  • tveir 25m. hyljar við hvør sínum 10 geilum.