Vit hava í dag fingið boð frá skúlanum á Argjum um at hylurin har, ið skuldi takast í nýtslu aftur nú, ikki verður klárur kortini. Síðsta meldingin er nú, at hylurin ikki verður tøkur aftur fyrrenn næsta skúlaár. Tey børnini, ið skuldu byrja at svimja á Argjum um mánaðarskiftið verða tí væntandi flutt í Eysturskúlan. Tey, ið eru ávirkaði av hesum, fáa nærri boð beinleiðis frá samskiparanum.