Góðu svimjarar.

Øll liðini, uttan ESR liðini, sum venja í Gundadali týsdagin 18. des, fara nú í jólafrí.
Vit byrja aftur hósdagin 3.januar, tá svimjiskúlin fyri vaksin møtir í Kollafirði.

 

SS5,6,7 og 8, sum plaga at svimja í Eysturskúlanum og nú venja  í Gundadali, skulu møta 5. og 6.januar, 19. og 20 januar, o.s.fr.

SS3 skal møta 12. og 13. januar, 26. og 27. januar, o.s.fr.

ESR liðini møta aftur í Kollafirði 8.januar.

Roynd 1-3 og Svim 1 og 2 møta á Argjum mánadagin 7. og týsdagin 8. januar.

Vatnfimleikurin byrjar aftur mikudagin 9. januar

HS takkar fyri fyrra hálvár og ynskja tykkum øllum eini góð og hugnalig jól og eitt gott komandi svimjiár.