Svimjikapping verður í Havn leygardagin 13. februar 2010. Upphitingin byrjar leygarmorgun kl. 07.30 og kappingin kl. 09.00. Um middagsleitið verður ein døgurðasteðgur við mati og tunnuslátri. Seinnaparturin byrjar við upphiting kl. 13.00 og kappingin byrjar kl. 14.00. Kappingin endar væntandi kl. 17-18.

Kappingin er ein opin kapping – fyri seniorar, juniorar, bólkur 1, 2, 3 og 4. Kappingin verður skipað soleiðis, at suðringarnir náa Smyril suðuraftur kl. 20.30 leygarkvøldið.

Greinarnar fyrrapart eru hesar í nevndu røð:
50 frí, 100 rygg, 200 firvald, 800 frí, 100 blandað, 200 bringu, 50 firvald, 200 frí, 4×50 blandað.

Døgurðasteðgur verður aftan á stafettina. Døgurði – karrybollar við rísi, salat, mjólk og vatni – verður til keyps fyri kr. 40,-. Vinarliga sigið frá, hvussu nógv á leið ynskja at keypa døgurða.

Tunnusláttur verður í døgurðasteðginum


Greinarnar seinnapart eru hesar í nevndu røð:
100 frí, 200 rygg, 50 bringu, 100 firvald, 400 frí, 50 rygg, 100 bringu, 200 blandað, 4×50 frí.

Ymisku bólkarnir svimja saman. Úrslitini verða síðan bólkaði.

Innbjóðingin kann heintast her: Innbjóðing