Kristina Eliasen úr HS framdi í morgun eitt satt bragd, tá hon svam 50m frí við tíðini 26.65, ið er væl og virðiliga undir Oyggjaleikakravtíðina. Hóast Kristina undan kappingini var styrkimett til annan riðil, so gjørdist hon greiður vinnari við einari fenomenalari persónligari forbetring uppá heili 2.71 sekund. Vit ynskja Kristinu til lukku!
Kristina Eliasen gjørdi hol í sjógvin
09/04/2011Skrivað av Havnar Svimjifelag
