Dagurin í dag varð eitt sindur annarleiðis.

Vit byrjaðu við alpine skíing, frá kl 10 til 11.45. – OGSO víðari til Íslandskapping í gonguskí!!!

Skíðastaðagangan, ið er partur av Íslandsganguni var hildin á Hlíðarfjall skígongubeyt í dag kl 13. Stutt sagt merkir hettar kapping í gonguskí; og vit høvdu tilmelda okkum. Fyri at vera erligur havi eg ikki vilja skriva um hettar fyrr, tí um alt gekk av skriðuni til, so hevði eg bara latið vera við at nevnt tað….. Men so var ikki, vit stóðu okkum heilt væl, og okkurt heiðursmerki kom eisini í hús. Eini 200 fólk, vaksin, ung og børn møttu í dag til hesa kapping. Mann kundi melda til 4km, 8km ella 12km. Vit valdu at melda til 4km, tí hettar var breytin ið vit nú hava vant á hesar seinastu dagarnar. Hinar breytirnar eru dagliga ikki so tøkar. Serliga tí at har er eingin ljósføring, og her er also bøla myrkt um morgunin og um kvøldi. Ogso eisini tí at 8 og 12km breytirnar ganga væl meira niðan á fjallið, og tað merkir so fleiri stigningar upp hill. Og tað er also ræðuliga hart, tá mann sum vit hevur 5-6daga gamlan tekninska førleika at dúa á!

Never mind, vit møttu á gongubreytar klub-húsinum kl 11.45, og hitaðu upp til kl. 13. Breytirnar vóru ringar at koyra á, ella verri enn hinar dagarnar. Hetta tí nógv fólk vóru á teimum, so sporini vóru oyløgd ella í ringum standi.

kl. 13.00 fór start-skotið, og stóra fjøldin fór avstað í trimum partum. Fyrst 12 km, so 8 km, og síðan 4 km. Alt byrjaði sama veg. Næsta korteri vóru vit, Jákup og eg, sera spentir. Serliga um hvør av okkara fór at raka dagin, tað hevur nemliga verið sera skiftandi seinastu dagarnar.

Fjóri maðurin undan bakkanum fyri norðan bar eina av okkara húgvum, og hann sýntist at koyra sera gott. Beint í hølunum á honum kom aftur ein av okkara húgvum. Tað vóru Bartal og Tummas. Fyrsta gentan yvirhøvur at koma undan var eisini ein av okkara; tað var Emma!

Úrslitini fyri 4km teinin gjørdust fylgjandi.

Gentir:

nr. 1 – Emma, tíð 19:37, GULL heiðursmerki

nr. 2 – Annika, tíð 19:49, SILVUR heiðursmerki

nr. 6 – Sudarat, tíð 20:44 (hon hevði havt onkrar trupuleikar á túrðinum)

Dreingir:

nr. 4 – Bartal, tíð 16:25 (3,5km tíðin var 15:16, og nýggj HS lap rekord)

nr. 5 – Tummas, tíð 16:48

nr. 7 – Teitur, tíð 17:27

nr. 9 – Markus, tíð 19:34

Sera flott koyrt av okkara svimjarum, serliga tá hugsa verður um at mánadagin megnaðu tey meir ella minni ikki at standa á skíðnum í stillari støðu!

Eftir kappingina fóru vit oman í ítróttarhøllina til samankomst og heiðursmerkjahandan.

Kl. er nú 19, og vit fara í biograf til Avatar.

Skrivað hevur: Janus Rein