Innbjóðing og skrá kann heintast her: Innbjóðing og skrá

… tíðindaskrivið frá SSF:

 

“Meistaraskapið fyri ung ( MU ) 2011

SSF bjóðar aftur í ár til Meistaraskapið fyri ung ( MU ) í svimjing, sum verður í svimjihøllini
í Klaksvík í døgunum 13,14 og 15 mei 2011.

Kappingin er fyri bólkarnar 1, 2 og 3.

Tilmeldingarnar skullu vera við tíðum, ið svimjarin hevur svomið í hesum svimjiárinum.

Kappingin fer fram á tann hátt at teir bestu riðlarnir eru finalir í hvørjum bólki, á sama hátt
sum vit kenna frá Dansk Årgangs Mesterskaber.

Úrslitini verða bólkaby?tt.

Kostnaðurin fyri einkultstartir er kr 15, og fyri liðsvimjingar kr 60.

Kvittan skal verða SSF í hendi áðrenn MU byrjar. Peningurin skal flytast á Konto 9865 –
495.373.2 í Norðoya Sparikassa.

Um svimjari ikki møtir, má læknaváttan fyriliggja, um ikki váttan fyriliggur, má ta ð felagið ið
umboðar svimjaran, bøta við kr 100 fyri hvørja kapping svimjarin er meldaður til.

Um talan er um lið, ið ikki møtir til liðsvimjing, so má bøtast við 4 ferðir kr 100.

Grodan tilmeldingar fílur verður sendur tykkum í nærmastu framtíð.

Høvuðsdómari verða Elin Matras.

Hvørt felag skal hava 3 hjálparfólk..

Vinarliga
SSF Svimjinevndin”