Á aðalfundinum í farnu viku varð nevndin í Havnar Svimjifelag broytt.

Tvey ára skeiðini hjá Sigurd Lamhauge og Marjun Eystberg vóru runnin. Sigurd stillaði upp aftur og varð valdur í nýtt tvey ára skeið. Marjun stillaði ikki upp aftur. Í hennara sess varð valdur Jákup Jakobsen í tvey ára skeið.

Teitur Samuelsen og Sólbjørg Fríðheim søgdu nevndarsessirnar frá sær aftaná eitt ár av teirra tvey ára skeiði. Tí skuldu nýggir limir veljast fyri írestandi árið. Í hesar sessir vórðu vald Armgarð Weihe og Eyðun Húsgarð – bæði í eitt ára skeið.

Á nevndarfundi í kvøld skipaði nevndin seg. Sigurd Lamhauge heldur fram sum formaður. Erling Eidesgaard heldur fram sum næstformaður. Janus Rein varð valdur til peningarøkil og Eyðun Húsgarð til skrivara.

Nevndin sær sostatt soleiðis út:

Sigurd Lamhauge, formaður
Erling Eidesgaard, næstformaður
Janus Rein, peningarøkil
Eyðun Húsgarð, skrivari
Armgarð weihe, nevndarlimur
Jákup Jakobsen, nevndarlimur
Susanne Eliasen, nevndarlimur