Havnar Svimjifelag hevur í dag, í skrivi til Tórshavnar Býráð,
skotið upp, at nýggjur svimjihylur verður settur á fíggjarætlanina fyri
2012. Telvingin um fíggjarætlan er í gongd í løtuni og uppskotið til
fíggjarætlan fyri 2012 skal leggjast fyri Fíggjarnevndina í seinasta
lagi 1. oktober. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt á býráðsfundi
áðrenn 1. desember. Vinnur uppskotið hjá Havnar Svimjifelag frama,
kunnu havnarfólk og onnur svimja í nýggjum og størri hyli í Gundadali á
heysti 2013.

Mælt verður til at byggja ein 50 metra hyl við tíggju geilum. Við
einari brúgv, kann hylurin skiljast sundur í tveir 25 metra hyljar.
Hetta er ein loysn, sum er vanlig í grannalondunum. Lagt verður upp til
at nýggi hylurin verður bygdur vestanfyri verandi svimjihøll. Byggingin
kann fara fram uttan at virksemið í verandi svimjihøll verður tarnað í
byggitíðini. Tá ið nýggi hylurin er liðugur, verður hann íbundin gomlu
høllina.

Tilmælið frá Havnar Svimjifelag er lutfalsliga ódýrt. Tøknilig
menning ger, at svimjihyljar í dag kunnu byggjast fyri væl lægri kostnað
enn fyrr. Talan er harumframt um eina einfalla høll og í mest møguligan
mun endurnýtslu av verandi umstøðum. Hetta er galdandi fyri eitt nú
parkeringsøki, komuviðurskiftir, kaffistovu, skiftirúm, brúsur og
hitarúm, ið alt uttan stórvegis kostnað kann tillagast til at taka ímóti
fleiri vitjandi. Millum verandi høll og nýggja hylin er pláss til
vælveru øki við heitum pottum, gosbaði og terapihyli til eitt nú
barnakonur, eldri fólk og giktasjúklingar.

Loysnin, ið Havnar Svimjifelag skjýtur upp, verður mett at kosta 35 mió og arbeiðið verður mett at taka umleið 14 mánaðir.

“Verður
peningurin til nýggjan hyl settur á fíggjarætlanina fyri 2012, kann
arbeiðið fara í gongd komandi summar. So kann nýggi hylurin hóskandi
takast í nýtslu í desember 2013, tá ið Føroyar eru vertir fyri
Norðurlendsku Junior Meistarastevnuni”, sigur Erling Eidesgaard,
næstformaður í Havnar Svimjifelag.

Trýstið á høllina í Gundadali, ið varð bygd í 1983, er vaksið stútt
øll árini. Verandi hylur er vorðin ov lítil til dagsins tørv og er um at
hokna undir trýstinum bæði tá umræður pláss og vatngóðsku.

Seinastu
árini hevur áhugin fyri svimjing rættiliga tikið dik á seg. Samstundis
hevur Kommunan nýliga latið bygt tveir stórar skúlar, har ætlaðir
svimjihyljar eru strikaðir úr verkætlanunum, við tí úrsliti, at næmingar
úr hesum skúlum nú eisini leggjast afturat í Gundadali.
Havnar Svimjfelag er seinastu árini vaksið nógv og hevur nú umleið 600
limir. Hóast kappsvimjing framvegis er flaggskipið, so eru tilboð til
tilkomin fólk, har fokus er á fólkaheilsu, rørslu og trivnað nógv tann
størsti parturin av virkseminum hjá Havnar Svimjifelag í dag. Hetta ger
sjálvandi eisini sítt til, at trýstið á hylin er økt so nógv.

“Vit svimja næstan omaná hvørjum øðrum. Skulu vit framhaldandi hava
menning og trivnað má meira vatn til. Verandi svimjihøll verður 30 ár í
2013, so nú má svimjingin eiga tørn”, sigur Erling Eidesgaard.

Fakta um nýggja hylin:
Høllin: 35mx70m
Hylurin: 25mx50mx2m (BxLxD) við brúgv, ið kann skilja hylin sundir í 2x25m
Geilir: 10 geilir à 2,5m
Kostnaður: 35 mió kr.
Byggitíð: 14 mánaðir
Liðugur: á heysti 2013