Óli Mortensen setti í morgun persónligt met í 1500m frí við tíðini 17:18.22 – næstan 20 sekund skjótari enn áður.

Óli var sera væl fyri og fylgdist leingi við Eyðbjørn Joensen og Pál Joensen.

Vinnari gjørdist Pál við tíðini 16:56.57, ið er næstan hálvan triðja minutt verri enn hansara besta tíð – 14.32.15 – so sigast má, at Pál tók sær av løttum í hesi kappingini.

Splitttíðirnar hjá Óla vóru hesar:
1:04.65 – 2:12.61 – 3:21.32 -4:29.71 – 5:39.11 -6:48.83 – 7:58.31 -9:07.81 – 10:17.53 – 11:27.31 -12:37.66- 13:47.48 – 14:58.61 – 16:09.24 – 17:18.22