Skip to main content

Tíðindaskriv

Tíðindaskriv

Rui hevur í dag valt at steðga sum høvuðsvenjari beinanvegin. Jóannes á Fløtti, ið seinastu árini hevur havt ábyrgdina av 3. og 4. liði, tekur yvir aftaná Rui tað, ið er eftir av svimjiárinum. Havnar Svimjifelag er, sum kunnugt, í eini tilgongd at finna nýggjan høvuðsvenjara. Lýst er eftir nýggjum høvuðsvenjara í heimligum og altjóða […]

Stuðulssvimjing 22. apríl 2017

Leygardagin 22. apríl varð skipað fyri stuðulssvimjing í svimjihøllini í Gundadali. Hvør svimjari hevði funnið nakrar stuðlar, ið antin høvdu stuðlað við eini fastari upphædd ella við at lata eina ávísa upphædd fyri hvønn metur svimjarin svam. Kappingarliðini og rørslusvimjararnir svumu í ein heilan tíma og reyð og blá lið svumu í ½ tíma. Tilsamans […]

Aðalfundur mikukvøldið 26. apríl 2017 kl

Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mikukvøldið 26. apríl 2016 kl. 19.00 í kantinuni í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum: – Val av fundarstjóra – Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári – Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøða til góðkenningar – Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár – Val av nevndarlimum – Val av grannskoðara – Innkomin mál – Ymiskt Atkvøðurætt hava […]

Páskafrí

Svimjiskúlin fer í páskafrí frá og við mánadegnum 10. apríl til og við mánadagin 17. apríl – tvs, eingin svimjing er tá.  Vit byrja aftur týsdagin 18. apríl Vit ynskja øllum eini góð páskir ? vh, Havnar Svimjifelag